Innanlands

Stórt politistalið hevur handtikið Tom Hagen í morgun

Maðurin hjá horvnu norsku kvinnuni tikin av løgregluni. Tíðindafundur verður seinni í dag

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-04-28 08:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norska løgreglan hevur í morgun handrikið ríkmannin Tom Hagen, sum varð giftur við Anne-Elisabeth Hagen, ið hevur verið horvin í hálvtannað ár undir ivasomum umstøðum. Tað skrivar norska blaðið VG.

Blaðið skrivar, at Tom Hagen varð handtikin klokkan hálvgun níggju lokala tíð í morgun. Hann varð støðgaður á veg til arbeiðis. Tað hendi í Lørenskog eystan fyri Oslo. Fleiri løgreglubilar vórðu brúktir til at steingja Sloraveien av í sambandi við handtøkuna av norska ríkmanninum.

Løgreglan hevur kallað til tíðindafundar fyrrapartin fyri at greiða nærri frá umstøðunum, upplýsir NRK. Í løtuni vil løgreglan ikki fleiri viðmerkingar.

Ongin hevur sæð ella hoyrt frá Anna-Elisabeth Hagen síðan hon hvarv frá íbúð síni í Fjallhamar 31. oktober 2018.

Løgreglan kannaðimálið í loyndum í fleiri mánaðir áðrenn tað gjørdist alment. 9. januar í fjør varð kunnað um málið á fyrsta sinni.

Løgreglan heldur, at kvinnan er burturflutt, og at motivið skal finnast í peningaligum viðurskiftum. Síðan januar í ár hevur málið verið kannað sum drápsmál, tí vónirnar um at finna kvinnuna á lívi ikki longur eru til staðar, skrivar NRK. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder