Mentan

Stórt TeenStreet tiltak á Kambsdali um vikuskiftið

Konsertir verða fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Leygardagin verður seminar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-02-01 07:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hetta vikuskiftið verður TeenStreet tiltak í ítróttarhøllini á Kambsdali. TeenStreet er í Føroyum kent sum summarlegan í Týsklandi, sum nógv ung og vaksin hava verið á í mong ár eftirhondini. Ikki hevur verið óvanligt at ferðalagið úr Føroyum hevur talt 300 til 400, størsti parturin 13-17 ára gomul, sum legan er ætlað til.

Skráin um vikuskiftið er møti fríggjakvøld, seminar leygardag kl. 16 (í skúlanum) og møti leygarkvøld. Møtini fríggja- og leygarkvøld kl. 20 hava eina trivaliga skrá við einum steðgi, har drekkamuður fæst og annað leskiligt fæst til keyps.

Talarar á tiltakinum eru Josh og Debs Walker, upprunaliga úr Írlandi, men búsitandi í Houston í USA. Tey hava verið høvuðstalarar á TeenStreet í nógv ár, og hava vitjað í Føroyum nakrar ferðir áður. Tey koma mestsum beinleiðis av TeenStreet í Brasil, har tey hava talað. Aftrat teimum er føroyski Tom Jacobsen, sum er pastorur í City Church. Hann var á pallinum saman við m.a. Josh og Debs í Týsklandi í summar.

Eitt annað sermerkt við vikuskiftinum er, at TeenStreet Worship Band, sum er ein føroyskur bólkur burturav, leiðir sangin. Tey hava í fýra ár leitt sangin á TeenStreet Europa undir ymiskum kørmum, men í summar var fyrstu ferð tey fingu høvi veruliga at folda seg út á stóra pallinum í Týsklandi.

Bólkurin telur yvir 10 limir. Sangframførslur vera eisini bæði kvøldini. Fríggjakvøldið syngur lokala Siloakórið og leygarkvøldið syngur ungdómsbólkurin New Praise av Toftum.

TeenStreet er partur av tvørkirkjuliga missiónsfelagsskapinum OM, Operatión Missión, sum millum nógv onnur missiónsarbeiði eisini hevur gomlu Norrønu í sigling. Hon eitur nú Logos Hope og siglir kring heimin við bókum og øðrum góðum tilfari til vitjandi umborð. Fleiri føroyingar hava verið í tænastu umborð á gomlu Norrønu, síðan hon gjørdist partur av flotanum hjá OM.

TeenStreet er seinastu fáu árini farið frá at vera ein lega í Týsklandi til at vera í nærum 50 londum kring allan heim. TeenStreet leiðslan í Føroyum er Andrias Magnussen, Randi Hansen og Símun J. Hansen.

Hóast TeenStreet er fyri ung, er tiltakið ætlað øllum, ungum sum eldri – bæði teimum, sum áður hava verið á legu, men eisini øllum, sum hava hug at fáa ein smakk av TeenStreet. Meira kunning á sosialu miðlunum og á teenstreet.fo. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder