Mánakvøldið var almennur fundur í Vágs Skúla um íbúðarætlan í Vágs kommunu – og útvið hundrað fólk høvdu lagt leiðina í skúlahøllina í Vágs Skúla til fundin.
Dennis Holm, borgarstjóri, hevði framløgu um ætlanina, og greiddi frá innihaldinum í ætlanini. Ætlanin fevnir um at byggja íbúðir í tveimum ymiskum støðum í Vági: Úti á Stórheyggi og vesturi í Mýrunum.
Talan er um lutaíbúðarætlan, har møguleiki er fyri íbúðum í trimum ymiskum støddum, íbúð við ein kamari, tveimum kømrum og trimum kømrum. Lutaíbúðir eru skipaðar á tann hátt, at luthavarar umframt at rinda innskot í lutaíbúðarfelagið, eisini rinda mánaðarliga leigu.
Borgarstjórin greiddi frá, at húsaleigan fyri íbúð við trimum kømrum væntandi verður umleið 6.700 krónur, fyri íbúð við tveimum kømrum verður húsaleigan umleið 6.100 krrónur og fyri íbúð við einum kamari verður húsaleigan umleið 5.000 krónur um mánaðin. Húsaleigan fevnir tá bæði um leigu, viðlíkahald og el & hita.
Eftir framløguna fingu fólk høvið at seta spurningar og eisini at skriva seg upp til lutaíbúð ella til eldraíbúð, og hetta gjørdu fleiri.
Framløgan frá almenna fundinum í gjár er at finna á heimasíðuni hjá Vágs kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald