Mentan

Stórur áhugi fyri jólaframsýningini Havnin í jólahýri

Í Perluni í Tórsgøtu er í hesum døgum framsýningin Havnin í jólahýri. Hetta er ein býarsøgulig framsýning, ið gevur eina tíðarmynd av fýra áratíggjum í Havn

2022-12-20 13:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Higartil hava fleiri hundrað fólk verið á gátt, so rættiliga stórur áhugi er fyri framsýningini.

Framsýningin er soleiðis skipað, at dentur verður lagdur á jólini og tað handilsliga, og fevnir hesin partur um 1930 til 1959. Her ber eitt nú til at síggja mekaniska jólamannin, ið plagdi at standa í sýnisglugganum hjá Katrinu Christiansen um jóltíðir, diskin hjá Essaba, fyrsta kassatólið í Skálabúðini, seymimaskinuna hjá Minu Wilhelm, hattamakara o.a.m.

Tað ber eisini til at síggja ymisk pløgg, eitt nú ein veitslukjóla, ið Bette Arge, damuskraddari, seymaði í 1950-árunum, ein hatt frá mótabúðini Søljuni umframt ymsar handilsvørur, gávulutir, bløð, glæstribøkur og tíðarrit frá hesum tíðarskeiði.

Harumframt verður ymist gamalt jólapynt sýnt fram – og gamlar leikur og eitt jólatræ, ið er pyntað við jólapynti frá uml. 1960-árunum.

Á balkongini ber til at uppliva 1960-árini. Har kanst tú síggja klædnamótan í hesum tíðarskeiði, innbúgv, radiotól, grammofon, plátur, bløð og rit og annað, ið hoyrdi hesum tíðarskeiði til – t.d. Dandy-tyggigummi, Murcia og Citrónvatn frá Restorffs bryggjarí.

Ein partur av lutunum á framsýningini eru frá savninum hjá Birgari Johannessen. Aðrar lutir hava handlar ella einstaklingar latið Tórshavnar býarsavni.

Framsýningin verður eisini lýst við gomlum fotomyndum av Havnini og við gomlum lýsingum.

Framsýningin læt upp fyrst í desember, og opið er allar dagar fram til jóla, og eftir jól er opið 28., 29. og 30. des.

Tað er Tórshavnar býarsavn, ið skipar fyri.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder