Í morgun var bilurin hjá Mylnuni á Landssjúkrahúsinum við kaku til allar sjúklingar og starvsfólk.
- Hetta fløvar í eini tíð, ið er merkt av nógvari óvissu fyri bæði sjúklingar og starvsfólk, skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðuni í dag.
Í hesum koronatíðum hevði bakaríið tikið serlig atlit til smittuvanda, og tí vóru køkurnar pakkaðar í smærri portiónir, og serlig mannagongd var gjørd fyri heintan av køkunum.
- Eisini hevði bakaríið hugsað um okkara sjúklingar við dialysu, sum ikki kunnu fáa eitt nú marsipan, og í staðin gjørt leskiliga rómakøku til teirra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald