Innanlands

Stórur mentanardagur í Funningi

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu setir fokus á Funningsbygd hósdagin

2021-04-28 15:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hósdagin 29. apríl eru hópin av tiltøkum í Funningini í sambandi við mentanarvikuna í Runavíkar kommunu.

Funningur er kend dansibygd burturav. Dansistovan, sum hevur verið brúkt til bæði dans og sjónleik, verður umvæld. Hendan hósdagin kanst tú hoyra tær persónligu søgurnar, hoyra tónar frá Mariusi, ið fara at ljóma úr kirkjuni, hoyra nærri um verkætlanina í Dansistovuni og luttaka í felagssangi og føroyskum dansi.

Lagt verður fyri kl. 16, tá skipað verður fyri gongutúri við ferðaleiðara í bygdini. Byrjað verður í kirkjuni, og vitjað verður m.a. í hugnaligu stovunum, Ólvustovu og Atustovu, sum bygdarfólkið so hegnisliga setir í stand. Tað eru Sámal P. Petersen og Jógvan Højsted ið eru ferðaleiðarar.

Marius framførir í Funnings kirkju kl. 16.45. 

Klokkan 17.30 verða framløgur í skúlanum í Funningi. Dansistovan í Funningi verður umvæld í hesum døgum, men hvussu gongst so við hesari verkætlan? Verður nátthúsið liðugt og ikki minst, hvussu fer tað at síggja út?

Mest áhugavert verður ivaleyst at hoyra søguna, um hvussu tað var at vaksa upp í Funningi við einari dansistovu, ið var eitt virkið mentanarhús. Tey trý, Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, Allan Norðgerð, byggifrøðingur, og Karin Højsted Brattaberg greiða frá verkætlanini og um lívið í Funningi fyrr og nú.

Bygdafelagið skipar fyri sølu av m.a. breyði og kaffi/køkum.  

Felagssangur verður í skúlanum í Funningi klokkan 20, og klokkan 21verður skipað fyri almennum føroyskum dansi sama stað. Eysturoyar dansifelag er við.

Tíðindaskriv frá Visit Runavík 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder