Innanlands

Stórur valfundur í Klaksvík í kvøld

Frá klokkan 19 fara valevni at kjakast um ymisk evni í Varpinum - fíggjarstøðan hjá Klaksvíkar kommunu verður eitt teirra

(Savnsmynd: Dávur Winther)

(Savnsmynd: Dávur Winther)

2024-11-05 13:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Valstríðið hitnar, nú bert ein vika er til kommunuvalið 2024. Í einari av størstu kommuni í landinum merkist tað meira og meira, og í kvøld verður stórur valfundur í Varpinum.

Norðlýsið boðar frá, at øll 41 valevnini sleppa framat. Møguleiki verður fyri at seta spurningar, og tað kann gerast talan um eitt drúgt kvøld: Millum tveir - tríggjar tímar sigur Jóhann Lützen, blaðstjóri og orðstýrari við Kringvarpið.

Seks evni vera til orðaskifti. Eldraøki, vinna og vinnumøguleikar, umhvørvi og býarskipan, trivnaður og mentan, fíggjarstøðan hjá Klaksvíkar kommunu og Bygdirnar og ferðavinnan.

Byrjað verður klokkan 19. Hetta verður einasti almenni valfundur í Klaksvík áðrenn valið. Norðlýsið stroymir fundin á nordlysid.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder