Innanlands

Stovnar fyri tey smærru lata upp aftur í Danmark, men festivalar verða av ongum

Danmark letur so smátt upp eftir páskir, men savningarforboðið tendur við

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-04-06 19:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mette Frederiksen kunngjørdi á tíðindafundi í kvøld, at Danmark so spakuliga letur upp aftur eftir páskir, men tað fer als ikki upp í ferð.

Vøggustovur, barnagarðar og skúlar fyri teir yngru næmingarnar leta upp 15. apríl. Umframt hetta lata frítíðarskúlar eisini upp aftur.

Men eldru næmingarnir fáa framvegis undirvísing heimanifrá, og hetta er galdandi til 10. mai. Í fólkaskúlanum verða ongar próvtøkur, og ársmetið verður galdandi ístaðin, kunngjørdi Mette Frederiksen.

Eisini segði hon, at festivalar verða av ongum í summar, tí forboðið móti at savnast heldur fram til og við august mánað.

Enn er óvist hvussu verður í Føroyum. Løgmaður fer í morgin ella mikudagin at boða frá hvussu verður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder