Strandfaraflotin skal endurnýggjast

Nýggja samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn ætlar at endurnýggja flotan hjá Strandfaraskipum landsins „sum skjótast“, sum tað eitur í samgonguskjalinum

Strandfaraskipið Sam er 47 ár og røkir leiðina millum Klaksvík og Kalsoy. Stendur tað til samgonguna, so verða gomlu skipini endurnýggjað. (Mynd: Sverri Egholm)

Strandfaraskipið Sam er 47 ár og røkir leiðina millum Klaksvík og Kalsoy. Stendur tað til samgonguna, so verða gomlu skipini endurnýggjað. (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-22 09:53 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Fyri løtu síðan varð samgonguskjal undirskrivað millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Yvirskriftin er „Saman eru vit sterk“.

Um samferðslu verður m.a. sagt, at „Farið verður undir at endurnýggja strandferðsluflotan sum skjótast“, og lagt verður afturat, at skipini skulu, í tann mun tað ber til, smíðast í Føroyum og verða rikin við varandi orku.

Einki verður sagt um peningamongd ella um tíðarætlan fyri, nær ið flotin verður endurnýggjaður.

Hartil skal ferðaætlanin lagast eftir tørvinum hjá fólkinum í landinum og eftir einari vaksandi ferðavinnu.

Útbyggingin av vegakervinum sum heild skal fara fram sambært einari langtíðarætlan, og viðlíkahaldið uppraðfestast. Viðvíkjandi einum møguligum Suðuroyartunli er samgongan samd um at halda fram kanningararbeiðnum, sum skulu vera lidnar við ársenda 2024.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder