2021-04-04 16:45

Strandferðslan boðar frá avlýsingum orsakað av vánaligu veðurforsøgnunum.
Á leiðini millum Tórshavn og Nólsoy verða seinastu túrarnir páskadag klokkan 22:00 úr Tórshavn og klokkan 22:20 úr Nólsoy avlýstir. Um viðrar 2. páskadag, verða túrarnir kl. 16:20 og kl. 19:00 úr Tórshavn og túrarnir kl. 16:50 og kl. 19:25 úr Nólsoy sigldir.
Eisini eru avlýsingar á leiðini millum Tórshavn og Tvøroyri. Túrarnir 2. páskadag klokkan 08:30 av Tvøroyri og 11:00 úr Havn verða avlýstir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald