Innanlands

Strandferðslan: Broytingar kunnu væntast aftur í dag

Hált og glerstoytt er í norðara og vestara øki av landinum, og leiðirnar 500, 481 og 410 hjá Bygdaleiðum koyra ikki í løtuni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-04-09 07:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Hált og glerstoytt er í norðara og vestara øki av landinum. Koyrið varliga.

Soleiðis ljóðaðu boðini frá Landsverki í morgun. Sí koyrilíkindini frá Landsverki her.

Fyri veður væntast aftur seinkingar, broytingar ella avlýsingar á oyggja- og bygdaleiðunum hjá Strandferðsluni, og longu nú er koyringin hjá fleiri bygdaleiðum avlýst.

Vegna nógvan kava á vegnum er fyribils eingin koyring á leiðunum 500 millum Klaksvík og Viðareiði, 481 millum Skálabotn og Oyndarfjørð, og 410 millum Fuglafjørð, Gøtudal og Klaksvík.

Á heimasíðuni hjá Strandferðsluni ber til at fylgja við broytingunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder