Innanlands

Strandferðslan gjørt tillagingar á leiðunum 400, 440 og 450

Tað eru serliga tíðirnar til og frá arbeiðis, ið ónøgdsemi hevur verið um, og sum nú eru tillagaðar. Broytingarnar eru komnar í gildi í dag

Strandferðslan hevur verið fyri atfinningum fyri sínar ferðaætlanir í seinastuni - serliga á Skálafjørðinum og í Sundalagnum (Mynd: Sverri Egholm)

Strandferðslan hevur verið fyri atfinningum fyri sínar ferðaætlanir í seinastuni - serliga á Skálafjørðinum og í Sundalagnum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-23 07:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eftir drúgt samskifti, langar fundir og samráðingar á ymiskum støði, umframt royndarkoyringar síðan Eysturoyartunnilin lat upp, er tað eydnast at tillaga og gera ferðaætlanina meira skynsama.

Soleiðis skrivaði Strandferðslan á heimasíðu sínari í gjár. At Eysturoyartunnilin er latin upp, hevur gjørt samferðslumøguleikarnar í Føroyum betri, men tað hevur eisini givið Strandferðsluna nakað av høvuðbrýggi. Seinastu tíðina hevur nógv ónøgdsemi verið við ferðaætlananina á fleiri leiðum. Talan er serliga um leiðirnar, ið fara umvegis Skálafjørðin og Sundalagið, og tað er serliga viðurskifti sum túratal og ósamsvar í mun til til dømis at sleppa til og frá arbeiði, sum hava verið uppi at vent, og tað eru serliga tíðirnar til og frá arbeiðis, ið nú eru tillagaðar.

Les eisini: Nýggja leiðin er óbrúkilig fyri Sundalagið

Strandferðslan skrivar eisini, at til dømis hevur ein avbjóðing verið at tvífalt tunnilsgjald burtur fyri ferðandi úr Klaksvík - Runavík - Havn, har leið 400 varð ætlað at fara upp á Strondum. Harvið hevði tað verið ov dýrt fyri tey ferðandi. Tann knúturin er nú loystur, skrivar ssl.fo

- Nú rokkið er á mál hesum viðvíkjandi, kann ein betri loysn fyri pendlarar, til og frá arbeiðis vanligar arbeiðstíðir til og frá Sundalagnum, vestara armi á Skálafjørðinum og Tórshavn, setast í verk galdandi frá 23. desember.

Frá í dag, 23. desember, eru umfatandi tillagingar gjørdar á leið 450400 og 440 - nýggju ferðaætlaninir kunnu síggjast við at trýsta á tølini. Boðað verður eisini frá, at Leið 450, Skálafjørður-Kollafjørður, koyrir sambært.ferðaætlan hvønn gerandisdag og ikki sum áður lýst bert skúladagar.

Jógvan Kruse, komandi brogarstjóri í Sunda kommunu, segði við Kringvarpið í gjár, at hann ikki er nøgdur við tær broytingar, ið Strandferðslan nú hevur gjørt, og at tær ikki eru í tráð við tær, sum partarnir avtalaðu.

Fyriliggjandi ferðaætlan er til eina og hvørja tíð ein støðumynd, ið krevur støðugar tillagingar til broytilig ferðslumynstur, tørv og fígging, skrivar Strandferðslan at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder