Innanlands

Strandferðslan: Ikki loyvt at sita í bilinum undir sigling

Umborð á Smyrli kann gevast undantak í serligum føri

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-03-18 17:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Strandferðslan sendi í gjár út nýggj boð um hvussu nógv kunnu sigla við strandfaraskipunum undir serligu tiltøkunum, sum eru sett í verk í sambandi við korona-støðuna.

Her varð boðað frá, at fólk eisini kundu sita í bilunum umborð á Smyrli og Sam undir sigling.

Hetta er nú tikið aftur. Tað er ikki loyvt at sita í bilinum á bildekkinum á Sam og Smyrli. Tó kann loyvast fólki at sita í bilinum í serligum førum umborð á Smyrli, ”har tað er mett neyðugt fyri at verja menning og ferðafólk ímoti smittuvanda”, boða Strandfaraskip Landsins frá í dag.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder