Á tíðindafundinum fyrrpartin kunngjørdi løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, at føroyska samfelagið letur meira uppá ymsum økjum.
Bárður á Steig Nielsen nevndi millum annað Bygdaleiðir, ið fara at koyra sum vant aftur. Tó verða avmarkingar í ferðafólkatalinum:
22 ferðandi í stórum bussum
10 ferðandi í miðalbussunum
6 ferðandi í lítlum bussum
Heimasíðan hjá Strandferðsluni skrivar, at tilmelding ikki longur verður neyðug fyri at fáa pláss, og at broytingarnar eru galdandi frá fríggjadegnum 15. mai (í morgin).
Heitt verður á ferðafólk at halda 1 meturs frástøðu, at hava gott reinføri, og um at framvegis ferðast við-SSL kortinum. Tó verður nú aftur møguleiki at keypa ferðaseðil í bussinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald