Innanlands

Strandferðslan: Loyvda ferðafólkatalið hækkar

Hetta verður galdandi frá í morgin, og verður framvegis heitt á ferðafólk um at halda frástøðu og hava gott reinføri

Smyril (Savnsmynd)

Smyril (Savnsmynd)

2020-05-25 13:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá í morgin, 26. mai, hækkar mest loyvda ferðafólkatalið umborð á skipunum hjá Strandferðsluni. Eisini verða allar salongir og dekk opin sum vanligt. Tað boðar Strandferðslan frá í dag.

Heitt verður tó framvegis á ferðafólk um at hava gott reinføri og at halda frástøðu, sum nú er ein metur.

Frá í morgin av verður loyvda ferðafólkatalið soleiðis:

Smyril: 500 ferðafólk

Teistin: 150 ferðafólk

Sam: 60 ferðafólk

Ternan: 90 ferðafólk

Ritan: 70 ferðafólk

Sildberin: 30 ferðafólk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder