Innanlands

Strandferðslan: Vænta fleiri broytingar í samferðsluni í dag og í morgin

Orsøkin er ringa veðrið, og allar oyggja- og bygdaleiðir kunnu verða ávirkaðar. Landsverk boðar frá, at hált og krapi er í støðum um alt landið

Einki virksemi er á nøkrum leiðum í løtuni, og væntast kann at tað verður so á fleiri øðrum í dag og/ella í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

Einki virksemi er á nøkrum leiðum í løtuni, og væntast kann at tað verður so á fleiri øðrum í dag og/ella í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-08 12:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er kavi og vindur kring landið, og veðurforsøgnin sær ikki serliga góð út. Hetta ávirkar, eins og fyrst í vikuni, samferðsluna.

Í løtuni er einki virksemi á nøkrum leiðum hjá Strandferðsluni. Koyrt verður ikki millum Skálafjørð og Kollafjørð ella av Oyrarbakka til Eiðis, Gjógv ella Tjørnuvíkar. Seinasti túrur av Tvøroyri til Fámjins er júst nú.

Eingin sigling er millum Hvannasund og Fugloy/Svínoy, og túrar millum Tórshavn og Nólsoy tíðliga í kvøld verða helst avlýstir.

Strandferðslan boðar á heimasíðu sínari frá, at fyri veður kunnu seinkingar, broytingar og/ella avlýsingar væntast á øllum bygda- og oyggjaleiðum, hósdagin 8. apríl og fríggjadagin 9. apríl.

Landsverk boðar frá, at hált og krapi er í støðum um alt landið. Tað er ikki koyrandi á Gjáarvegnum. Jarðrok er í ælunum.

Sí veðrið her
Sí koyrilikindi her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder