2022-12-25 00:36

Streymurin er farin í Norðoyggjum og landnyrðingspartinum av Eysturoynni.
Tað er klaki sum ávirkar streymvietingina.
Arbeitt verður við at fáa hetta í rættlag aftur, men ilt er at siga, hvussu langa tíð tað tekur, sigur SEV í fráboðan.
Í Suðuroy fór streymurin umleið klokkan 18:13, men var longu aftur hjá øllum klokkan 18:30. Sera ring líkindi eru í Suðuroy við nógvum vindi, vátakava og klaka á linjunum. 20kV linjan millum Vág og Tvøroyri sló saman, og viðførdi, at verjuskipanir koplaðu vindmyllur, synkronkompensator og battarískipanina út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald