2020-11-16 12:58

Á middegi fór streymurin um alt meginøkið, og SEV arbeiðir enn við at rætta brekið.
Jón Nielsen, deildarleiðari á rakstrardeildini hjá SEV, segði við Kringvarpið, at tað fór at taka hálvan til ein tima at fáa streymin aftur.
Fleiri hava nú fingið streymin aftur, m.a. í Klaksvík og í høvuðsstaðnum, men enn verður arbeitt við málinum á SEV.
Av SEV verður sagt, at tey enn ikki kenna orsøkina til streymslitið, og tað er møguligt, at streymurin kann fara aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald