2020-11-21 09:48

Á heimasíðuni hjá SEV verður boðað frá, at Vestmanna, norður Eysturoy, partar av Havnini, og Klaksvík nú hava fingið streymin aftur.
Hvalba og Sandvík hava eisini fingið streymin aftur, men Hov, Øravík og Fámjin hava nú mist streymin.
Orsøkin til streymslitið í meginøkinum var ein feilur á linjuni millum Eiðisverkið og Skálabotn. Arbeitt verður við at rætta brekini sum skjótast, skrivar elfelagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald