Uttanlands

Stríðskvinna ímóti grindadrápi doyði í flogvanlukkuni í Etiopia

36 ára gamla Joanna Toole er ein av 9 bretum, sum lat lív í flogvanlukkuni í gjár

Mynd: The Independent/Facebook

Mynd: The Independent/Facebook

2019-03-11 19:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

157 fólk úr 33 londum lótu lív, tá flogfarið hjá Ethiopian Airlines datt niður í gjár. Millum teirra vóru 9 bretar, og ein teirra var 36 ára gamla Joanna Toole úr Onglandi.

Les eisini: Flogskiparin bað um loyvi at venda við

Joanna Toole hevði eisini samband við Føroyar, tí hon er nevniliga ein teirra, ið hevur verið í Føroyum og mótmælt grindadráp.

- Øll vóru sera errin av henni og tað arbeiðið, sum hon gjørdi. Vit eru enn skelkað, segði pápi hennara, sambært miðlinum The Independent.

Les eisini: Vóna at svarti kassin gevur svar um hvat hendi

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder