Mentan

Stuðulin til størri listaligar verkætlanir handaður

Tórshavnar kommuna stuðlar trimum listarligum verkætlanum við tilsamans góðari hálvari millión – Tær eru Romeo & Julia hjá leikbólkunum Det Ferösche Compagnie & Tvazz, International World New Music Days 2024 hjá Felagnum Føroysk Tónaskøld, og Kanska ein bygd hjá Dansivirkinum RIVA

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2024-01-11 09:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár fingu tríggjar stórar listaligar verkætlanir handaðan stuðul frá Tórshavnar kommuna.

20 umsóknir komu inn um stuðul. Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð valdi, eftir tilmæli frá stuðulsbólkinum og eftir ráðgeving frá serfrøðingi, at tríggjar verkætlanir skuldu fáa stuðul.

Tær tríggjar verkætlaninar eru Romeo & Julia hjá leikbólkunum Det Ferösche Compagnie & Tvazz, ið fær 300.000 krónur; International World New Music Days 2024 hjá Felagnum Føroysk Tónaskøld, ið fær 150.000 krónur; og Kanska ein bygd hjá Dansivirkinum RIVA, ið verður stuðlað við 100.000 krónum.

Tað var Annfinn Brekkstein, formaður í Mentamálanevnd Tórshavnar býráð, ið handaði listastuðulin.

Í røðu sínari vísti hann millum annað á, at Tórshavnar kommuna ger nógv fyri at stuðla listini:

– Listin ríkar okkum lívið, hon fær okkum at hugsa, at fegnast, undrast og eisini onkuntíð at ilskast. Listin fær okkum at kjakast. Hon víðkar okkara sjónarring, bjóðar av, segði Annfinn Brekkstein, formaður, millum annað.

Í mars er aftur møguleiki at søkja um stuðul til størri listaligar verkætlanir, skrivar Tórshavnar kommuna.

[object Object]
Annfinn Brekkstein, formaður í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráð, og listafólkini (Mynd: Tórshavnar kommuna)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder