Herfyri varð ein nýggjur seks metrar høgur stálmúrur reistur á markinum millum USA og Meksiko.
Talan er ikki um ein múr hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, men ein múr, sum er fíggjaður av viðhaldsfólki hjá honum.
Tað er felagið We Build the Wall, sum gjøgnum eina innsavning hevur skaffað tað, sum svarar til einar 153 mió. krónur til endamálið.
Úrslitið higartil er ein 800 metrar langur múrur, sum er bygdur seinastu vikuna. Hetta verður gjørt á privatari jørð í statinum New Meksiko bert tíggju metrar frá markinum til Meksiko.
- Hetta er okkara máti at siga, Kongress, tú nyttar einki, og vit taka okkum av tí. Vit byggja múrin sjálvi, sigur ein teirra, ið eigur jørðina, múrurin verður bygdur á, sambært TV2.
Eftir ætlan skal múrurin verða liðugur hesu vikuna.
Verulig gongd kom á, eftir at Haywood Gilliam Jr., ein samveldisdómari í Kalifornia forðaði fyri ætlanini hjá Trump um at brúka fígging, sum hann hevði fingið sær við at lýsa neyðrættarstøðu til endamálið.
Ætlanin var annars, at ein mia. dollarar, sum varð sett av til hernaðarendamál, skuldi brúkast til at fíggja ein part av múrinum í staðin.
Hetta fekk stuðulsfólk hjá Trump at fara til verka, og seinasta vikuskifti varð farið í holt við at byggja.
Arbeiðið hevur gingið so skjótt, at hvørki amerikanskir ella meksikanskir myndugleikar vóru klárir yvir, hvat gekk fyri seg, fyrr enn farið var í gongd við at byggja.
Myndugleikarnir í amerikanska býnum Sunland Park siga, at tey ikki hava fingið loyvi til at byggja nakað yvir 1,8 metrar. Múrurin er seks metrar høgur, og tí mátti arbeiðið steðga, stutt áðrenn tað varð liðugt.
Men sambært Brian Kolfage, stigtakara, er hetta ikki rætt.
Myndugleikarnir vóru á staðnum, og vit fingu grønt ljós, sigur hann.
Mike Fury, talsmaður fyri felagið We Build the Wall, sigur, at múrurin verður bygdur á privatari jørð, og at hann samsvarar við avtalurnar millum Meksiko og USA.
Higartil hava fleiri enn 273.000 fólk stuðlað byggiætlanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald