Innanlands

Stuðulsupphæddin nærkast trimum milliónum

Fríggjadagin hevði Taks avgreitt 60 stuðulsumsóknir frá fyritøkum

2020-06-08 10:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stuðulin úr landskassanum, sum verður latin til fyritøkur, sum hava mist inntøkur orsakað av korona, er nú næstan komin upp á tríggjar milliónir krónur.

Fríggjadagin hevði Taks avgreitt 60 umsóknir um stuðul, og 49 av teimum fyritøkunum søgdu seg hava mist millum 60 og 100 prosent av umsetninginum, skrivar Kringvarpið.

Stuðul verður latin til fastar útreiðslur – í mesta lagi 80.000 krónur um mánaðin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder