2021-04-02 15:32

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn upplýsir, at heilt fá fólk vóru úti í gjárkvøldið og í nátt. Eitt mál var tó.
Talan var um stuldur. Onkur hevur tikið nakrar drykkivørur úr einum hjalli í miðbýnum í høvuðsstaðnum. Hetta hendir einaferð í nátt og varð meldað í morgun. Upplýst verður at hjallurin ikki stóð opin, so talan var um innbort.
Løgreglan hevur verið á staðnum og kannað tað og roynir nú at finna útav, hvør/hvørji kunnu hava framt innbortið og stuldurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald