Í fjør var tað sammóðir – í ár er tað stuttflutt.
Vit tosa um ársins orð. Ársins orð 2022 er júst kosið í útvarpssending hjá Kringvarpinum.
Tað vórðu Ragnar Sigrunarson, ráðgevi hjá Málráðnum, Jón Brian Hvidtfelt, umboðandi føroysk fjølmiðlafólk og Óluva Klettskarð frá felagsskapinum Føroya Mál, sum fingu heiðurin at velja ársins orð millum 10 uppskot, ið vóru funnin eftir at lurtarar kringvarpsins høvdu havt møguleika at senda uppskot inn.
Orðini í uppskoti í ár vóru: Inflasjón – jarðhiti – Jenis – Olja – Orkuskifti – Príshækking – Stuttflutt – Ukraina – Tunnil – Hol/Bora.
Tey trý høvdu hvør sítt orð í uppskoti, tá farið varð at atkvøða. Óluva Klettskarð mælti til stuttflutt, Ragnar Sigrunarson mælti til Ukraina og Jón Brian Hvidtfeldt mælti til Inflasjón.
Men tað eydnaðist Óluvu Klettskarð at tala fyri sínari sak, og vísti á, at talan er um eitt væleydnað nýtt orð, sum veruliga hevur funnið veg í føroyska málið í ár. Eftir hesa sølutaluna fluttu hini bæði seg, og tóku undir við at velja stuttflutt til ársins orð 2022.
Stuttflutt er nýtt orð fyri vøru, ið er framleidd lokalt. Danska orðingin er ‘lokalt produceret’.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald