Uttanlands

Styrkin í trúnni liggur ikki í at Guð verður nevndur

Friðrik kongur svarar kritikki frá kristnum um, at Guð ikki varð nevndur í leiðarorðum sínum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-01-17 16:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag kom ein óvæntað bók á danska bókamarknaðin. Bókin “Kongeord” hjá nýkosna Fríðrikki X kongi, sum er skrivað saman við Jens Andersen, og hevur ligið klár til hann gjørdist kongur.

Her greiðir kongur millum annað frá leiðarorðunum, sum hann hevur valt fyri sína tíð á trónuni: “Forbundne, forpligtet, for Kongeriget Danmark”, ið kann týðast til føroyskt sum “Sambundin, pliktað, fyri kongsríkið Danmark”.

Eftir at kongur kunngjørdi orðini sunnudagin hava kritiskar røddir verið frammi, tí kongur ikki nevnir Guð í sínum leiðarorðum. Eitt nú skrivaði Kristeligt Dagblad í oddagrein, at tað er ørkymlandi (‘urovækkende’ varð brúkt, -red.) at hann ikki nevnir Guð, sum annars hevur verið vanligt.

“Guð er tekin um samanhangin í danskari mentan. Við at bróta við hesa siðmentan verður víst á ein veg uttan Guð. Um ein vil tað ella ei”, skrivaði Anders Ellebæk-Madsen, redaktørur, í oddagreinini.

Fyrrapartin í dag var so eitt uppslag at síggja á Instagram-vanganum hjá danska kongshúsinum, í sambandi við bókaútgávuna, sum svarar hesum kritikki aftur.

“Styrkin í trúnni liggur ikki í, um Guð er nevndur í einum kongsorðum, men at vit sum menniskju, sum fólk, kenna okkum knýtt at hvørøðrum gjøgnum okkara kristnu trúgv”, stendur at lesa.

[object Object]Bókin "Kongeord" kom í bókahandlarnar í morgun (Mynd: EPA)

Í bókini greiðir kongur frá, at hóast Guð ikki er nevndur í leiðarorðunum, knýtur serliga orðið “forbundne” seg til Guð:

“Summi vilja kanska undrast yvir, at eg ikki nevni Guð beinleiðis í mínum kongaorðum, men fyri meg er Guð partur av ímyndini um at vera ‘sambundin’ (‘forbundne’, -red.), stendur:

“’Forbundne’ knýtir ein og hvønn av okkum til nakað størri enn vit sjálvi, og hetta størri skal síggjast í mun til onnur menniskju, til Guð og okkara felags søgu”.

Í bókini sigur Fríðrik X eisini, at trúgvin fyllir “nógv meira” í lívi hansara nú enn tað hevur gjørt. Honum dámar at koma í kirkjuna, og hann og Mary drotning hava altíð biðið kvøldarbøn saman við børnum sínum, stendur í bókini:

“Fyri konu mína og meg – og fyri nógv onnur donsk foreldur, rokni eg við – er kvøldarbønin eitt lítið, men livandi boð um okkara trúgv, sum vit ikki kunnu vera fyri uttan”.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder