Hóast Suðurafrika nú stendur til at skula stríðast við eina nýggja bylgju av koronu orsakað av nýggja Omikron-frábrigdinum, merkir tað ikki, at myndugleikarnir ætla at lata landið aftur fyribils.
Tað segði suðurafrikanski forsetin, Cyril Ramaphosa, sum eisini finst at teimum londunum í vesturheiminum, sum hava sett ferðaavmarkingar í verk fyri fleiri lond í sunnara parti av Afrika orsakað av nýggja frábrigdinum.
– Vit heita á tey londini, sum hava sett ferðaavmarkingar í verk móti landi okkara og suðurafrikonsku systirtjóðir okkara, um skjótt at broyta avgerðirnar, segði hann í røðu sunnukvøldið.
Avmarkingarnar eiga at verða settar úr gildi, tí tær eru skaðiligar fyri suðurafrikanska búskapin, og talan er um órættvísan mismun, sigur hann sambært Ritzau.
Tey vælbjargaðu londini eiga í staðin at brúka orku fyri at hjálpa menningarlondum við at basa koronu.
Hóast tey í Suðurafrika ikki ætla at steingja landið fyribils, umhugsar stjornin tó at gera koppseting til krav í serligum økjum fyri serligar bólkar, sigur Ramaphosa. Hvørjir talan er um, verður ikki upplýst.
Les eisini: Ferðafólk rýmd úr Suðurafrika – Hetta er órættvíst, sigur stjórnin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald