Fyrrverandi suðurkoreanski forsetin, Yoon Suk-yeol er dømdur fimm ára fongsulsrevsing fyri at royna at forða fyri handtøku síni, eftir at hann í desember 2024 lýsti hernaðarliga undantaksstøðu í landinum.
Hetta málið er bert eitt av fleiri, sum eru reist móti fyrrverandi forsetanum.
Yoon er funnin sekur í at royna at forða fyri handtøku og fyri at útihýsa ráðharrar frá einum fundi um undantaksstøðuna.
Fyrrverandi forsetin var eisini skuldsettur fyri skjalafalsan, men orsakað av vantandi prógvum, varð hann fríkendur fyri hetta, skrivar Ritzau.
Yoon hevur noktað seg sekan í øllum ákærum.
Ákærumyndugleikin hevur í einum øðrum máli kravt, at Yoon skal dømast til deyða. Har er Yoon skuldsettur fyri uppreistur í sambandi við undantaksstøðuna.
Grundgevingin hjá ákærumyndugleikanum, sum metir, at hann eigur at fáa harðastu revsingina, er, at hann ikki hevur angrað sínar gerðir, sum hóttu stýrisskipanina og fólkaræðið.
Suðurkorea hevur tó ikki avrættað nakran deyðadømdan fanga síðan 1997.
Tað var 3. desember 2024, at Yoon Suk-yeol lýsti hernaðarliga undantaksstøðu í Suðurkorea. Orsøkin var sambært Yoon norðurkoreanskir stuðlar í landinum, sum stríddust ímóti áhugamálum hjá honum og Suðurkorea. Tað eydnaðist tó einum meiriluta í tjóðartinginum at ógilda hana nakrar tímar seinni. Síðani varð ríkisrættarmál reist móti forsetanum, og varð hann sendur til hús. Í apríl varð hann formliga koyrdur frá sum forseti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald