Uttanlands

Suðurkorea: Løgreglan biðið sitandi forsetan um hjálp

Fríggjadagin royndi løgreglan í fleiri tímar at sleppa framat bústaðnum hjá Yoon Suk-yeol fyri at handtaka hann, men hetta eydnaðist ikki

Choi Sang-mok, virkandi forseti í Suðurkorea (Mynd: EPA)

Choi Sang-mok, virkandi forseti í Suðurkorea (Mynd: EPA)

2025-01-04 11:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Suðurkoreanska løgreglan hevur ikki givin við royndunum at fáa frákoyrda forsetan Yoon Suk-yeol handtiknan.

Fríggjadagin forðaðu trygdarfólk løgregluni í at fáa atgongd til bústaðin hjá Yoon, og nú hevur løgreglan heitt á virkandi forsetan um at geva trygdarfólkunum boð um at loyva løgregluni at sleppa framat.

Les eisini: Suðurkorea: Royndu til fánýtis at handtaka forsetan

Yoon Suk-yeol varð sendur til hús, eftir at ríkisrættarmál varð reist móti honum, og fíggjarmálaráðharrin, Choi Sang-mok, er sitandi forseti í Suðurkorea í løtuni.

Yoon verður kannaður í sambandi við hernaðarligu undantaksstøðuna, sum hann lýsti 3. desember. Hann er fýra ferðir kallaður inn til avhoyringar í hesum sambandi men hann møtir ikki upp, og tí vórðu boð givin um at handtaka hann.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder