Uttanlands

Suðurkorea: Royndu til fánýtis at handtaka forsetan

Í morgun varð ein roynd gjørd at handatak Yoon Suk-yeol

Mótmælisfólk í Seoul heita á myndguleikarnar um at handtaka Yoon Suk-yeol alt fyri eitt (Mynd: EPA)

Mótmælisfólk í Seoul heita á myndguleikarnar um at handtaka Yoon Suk-yeol alt fyri eitt (Mynd: EPA)

2025-01-03 16:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjamorgunin royndu suðurkoreansku myndugleikarnir í fleiri tímar at handtaka forsetan, Yoon Suk-yeol, men hetta eydnaðist ikki.

Orsøkin var, at trygdarfólk og herfólk høvdu avbyrgt bústað hansara, og mett varð, at tað var ógjørligt at fremja handtøkuna.

Stuðulsfólk hjá Yoon møttu eisini upp at mótmæla handtøkuna, umframt at skipað varð fyri mótmæli móti forsetanum í Seoul.

Herfyri gav ein dómstólur boð um, at Yoon Suk-yeol skuldi handtakast. Hann verður í løtuni kannaður í sambandi við hernaðarligu undantaksstøðuna, sum hann lýsti 3. desember. Hann er fýra ferðir kallaður inn til avhoyringar í hesum sambandi men hann møtir ikki upp.

Ríkisrættarmál er reist móti forsetanum, og hann hevur fingið forboð ímóti at ferðast úr landinum. Sakførarin hjá Yoon sigur, at boðini um at handtøkuboðini eru ólóglig.

Les eisini: – Handtøkuboðini eru ólóglig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder