Innanlands

Suðuroyar Sjavsfelag latið 20.000 krónur til sluppina Johannu

Seinastu árini hevur Suðuroyar Sjavsfelag í fleiri umførum latið stuðul til ymisk endamál

2022-12-19 18:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinastu árini hevur Suðuroyar Sjavsfelag í fleiri umførum latið stuðul til ymisk endamál millum annað í Suðuroynni.

Nú sjavsárið endaði hevur Suðuroyar Sjavsfelag aftur latið stuðul, og hesaferð fór stuðulin til sluppina Johannu TG 326.

Tórskvøldið var seinasta umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag og var Gudmund Jacobsen, formaður fyri felagið Johanna TG 326, boðin vestur í VB-húsið, har Suðuroyar Sjavsfelag handaði sluppini Johannu TG 326 ein gávukekk á 20.000 krónur.

[object Object]
Suðuroyar Sjavsfelag/Suðuroyarportalurin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder