Innanlands

Suðuroyar Sparikassi setir negativa rentu á privatkontur

Galdandi fyri innistandandi oman fyri hálva millión krónur

2020-03-11 18:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Suðuroyar Sparikassi setir nú eisini negativa rentu á privatar bankakontur við nógvum innistandandi.

Við virknaði frá 14. apríl, verður rentan negativ, minus 0,75 prosent, á kontum uttan uppsøgn, har upphædin er oman fyri 500.000 krónur. Tað boðar bankin frá í dag.

- Rentubroytingarnar verða framdar fyri at viga upp ímóti teimum útreiðslum, ið Suðuroyar Sparikassi hevur av innlánunum, umframt tey øktu innlánini, sum Suðuroyar Sparikassi hevur móttikið síðstu tíðina.

- Harumframt er yvirskipaða gongdin á marknaðunum, og útlitini fyri áhaldandi negativari rentu hjá Tjóðbankanum eisini orsøkir til lækkingina, skrivar sparikassin í tíðindaskrivi.

Núgaldandi rentustigini hjá Suðuroyar Sparikassa síggjast her 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder