Í annaðkvøld, týskvøldið 3. desember, fer Miðnámsskúlin í Suðuroy at seta ætlaða tunnilin til Suðuroyar á breddan.
Talan er um almennan fund undir heitinum ”Suðuroyartunnlin – møguleikar og loysnir anno 2020”. Endamálið við fundinum er at varpa ljós á hvussu Suðuroyartunnil kann gerast, og hvat skal til fyri at Suðuroyartunnilin kann borast í framhaldi av Sandoyartunlinum.
Á fundinum verða framløgur frá umboðum fyri NCC og fyri Eystur-og Sandoyartunlar, umframt at framløga verður um støðuna í Suðuroynni.
Eftir at Guðrið E. Johansen, rektari á miðnámsskúlanum hevur bjóðað vælkomin fer Dennis Holm, borgarstjóri og samfelagsfrøðingur at greiða frá Støðuni í Suðuroynni. Eftir tað fer Kristian Stórhamar, umboð fyri NCC at greiða tosa um “Undirsjóvartunlar anno 2020” áðrenn stjórin fyri Eystur- og Sandoyartunlar, Teitur Samuelsen fær orðið til at greiða frá “uppskoti til ætlan fyri ein Suðuroyartunnil”.
Eftir framløgurnar verður høvi at seta spurningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald