Innanlands

Suðuroyingar bjóða aftur til kvøldsetu

Klokkan 21 verður sent beinleiðis úr VB-húsinum

2020-04-07 16:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 21 í kvøld verður aftur sent beinleiðis úr Vb-húsinum í Vági, har suðuroyingar bjóða til kvøldsetu. 

Seinastu vikurnar hava hesar kvøldseturnar fingið alt fleiri og fleiri hyggjarar, boða fyrireikararnir frár.

Í vikuskiftinum var eisini beinleiðis sending við BUBU, og seinni sama dag konsert við Hans Jacob Hjelm, so hetta studio hevur verið nógv nýtt í hesum døgum.

Til kvøldsetuna í kvøld verður vanliga húsaorkestrið: Dagfinn Olseni, Hans Jacob Hjelm, Hjalmari Magnussen og Rúna í Lágabø. Sára Magnussen, ið er systurdóttur Hjalmar, fer at syngja.

Umframt Sáru, so er eisini annar gestur og er tað eisini ein vágbingur. Talan er um Gudmund Larsen, sum hevur latið úr hondum tveir sangir ið eru “Óverdur” og “At elska er at liva”, og sum eisini hava verið spældur í eitt nú Kringvarpinum.

Nú tað er dymbildagavika, so er hóskandi at spæla onkrar sálmar ella gospelsangir, og tað hevur Hans Jacob Hjelm fyrireika seg uppá. Lurtararnir og hyggjarnir, kunnu eisini skriva inn við ynskjum um sangir, skriva fyrireikararnir.

Umframt sang, og prát, so eru tvey stutt innsløg á skránni í kvøld, har teknikarnir hava verið úti og vitja eitt eldri par í Vági, umframt at práta verður við unga kvinnu, ið arbeiðir við nýggjum ferðavinnutilboði.

Sending byrjar klokkan 21 í kvøld, og hon sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder