Innanlands

Suðuroyingar nýtast ikki at stúra

Effo boðar í dag frá, at nóg mikið av gassolju er í Suðuroynni. Tó verður skjótt tørvur á meira diesel

2019-09-27 13:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er komið fram, at í løtuni kemur eingin olja til Suðuroynna. Orsøkin er, at manningin á Prince vil ikki kennast við føroysku loyvini. Skipið vil nýta somu reglugerðir viðvíkjandi "vandamiklum flutningi", ið verður nýtt í Miðjarahavinum, har Prince vanliga siglir, og skiparin vil ikki slaka

Les eisini: Eingin olja verður førd um Suðuroyarfjørð í løtuni 

Í sambandi við at almennu umrøðuna hevur Effo orðað eitt kunningarskriv í dag. Har verður sligið fast, at suðuroyingar skulu ikki stúra, tí nóg mikið av olju er til í oynni í løtunu. Tó er støðan ikki haldbar: Effo boðar frá, at skjótt verður tørvur á at flyta diesel suður um fjørð.

Stórar goymslur av gassolju og bensini er á Drelnesi. Harvið er nóg mikið til húsarhald og skip, og nokk er til av bensini til bilar. Hesir oljuúrdráttir verða javnan beinleiðis fluttir við skipi frá útlondum til goymsluna á Drelnesi.

Effo boðar tó eisini frá, at eingin størri goymsla av diesel í oynni, men einans goymslurnar á støðunum kring oynna, og um diesel ikki verður flutt suður um fjørðin í fleiri dagar, kann tað skapa avbjóðingar.

Strandfaraskip Landsins hevur heitt á Smyril Line um at hjálpa við flutninginum av diesel. Smyril Line váttaði seint í gjárkvøldið, at arbeitt verður við málinum. Hetta váttar Effo eisini í dag, og endar skrivið við, at alt týðir uppá at málið verður loyst í góðari tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder