Innanlands

Summarfestivalurin fer at eygleiða støðuna í summar

Erik Biskopstø sigur, at eingin veit hvussu støðan er í august, og at eingin støða verður tikin um eina møguliga avlýsing enn

2020-04-08 12:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir tíðindafundin við Mette Frederiksen og donsku myndugleikunum mánakvøldið, noyddust Roskilde og aðrir danskir tónleikafestivalar, sum skuldu verða í summar, at avlýsa.

Í Danmark kunnu krøv setast av myndugleikunum í koronastríðnum, og tí høvdu festivalarnir einki val. 

Í dag kunngjørdi Bárður á Steig Nielsen, hvussu Føroyar fara at lata upp aftur eftir páskir. Spurdur um hvussu verður við stevnum, millum annað Ólavssøku, og festivalum, segði løgmaður, at myndugleikarnar ikki fóru at avlýsa nakað - tað er tað ikki heimild til. Tó vísti hann á, at undir verandi umstøðum skulu tiltøk sum so fylgja tilmælunum.

Les eisini: Dagstovnar lata upp og 1-3 flokkur byrjað aftur 20. apríl

Hetta verður ómøguligt, tá tosað verður um frástøðu og stødd av fólkamongd. Tó er nakað til Ólavsøku og stóru festivalarnar, og fyrireikararnir hjá Summar Festivalinum fara ikki at taka eina støðu um eina møguliga avlýsing, fyrrenn tað nærkast væl meira: 

- Summar Festivalurin liggur síðst av festivalunum, so vit eru á síðulinjuni og eygleiða summarið. Ongin veit enn, hvussu støðan er í august. Vit bíða við at taka nakra støðu, og síggja hvussu summarið fer at roynast, og hvussu støðan útviklar seg.

Hetta sigur Erik Biskopstø, fyrireikari, við Portalin.

Les eisini: Skulu ikki rokna við at sleppa út at ferðast fyribils

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder