Innanlands

Summarhitin støðgar ikki covid-19

Bæði amerikanskir og russiskir granskarar vísa á at summarhitin er ikki nóg mikið til at støðga smittuni

(Tilvildarlig savnsmynd: EPA)

(Tilvildarlig savnsmynd: EPA)

2020-05-14 08:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Summarhiti forðar ikki koronavirus at spjaða seg. Tvørturímóti kann hitin elva til fleiri smittað.

Tað vísa fleiri nýggjar kanningar, eitt nú hjá MITog Harvard í Boston og eisini ein nýggj russisk kanning, sambært russisku tíðindastovuni Tass.

Granskarar á Harvard og MIT, sum hava kanna spjaðing hjá korona síðan í desember siga, at veðurlíkindini gera mun, men ikki nóg stóran mun til at gera týðandi mun á smittuspjaðingini, upplýsir WBUR-sjónvarpsstøðin í Boston.

- Serliga hitin og vætan í luftini hevur týdning í spjaðingini av covid-19, men bert í avmarkaðan mun. Tí kunnu vit ikki vænta, at farsóttin kann støðgast bara av veðurlagnum, sigur Hazhir Rahmandad á MIT, Massachusetts Institut of Technology.

Trívist best millum fýra og átta stig
Í Russlandi sigur Albert Risvanov, stjóri fyri medisinska universitetinum í Kazan við Tass-tíðindastovuna, at ein lægri hiti økir møguleikan hjá virusinum at yvirliva.

- Optimali hitin fyri virusinum er fýra til átta stig, sigur Risvanov, sum hevur staðið á odda fyri einum russiskum granskingartoymi, sum roynir at finna eina koppseting móti korona.

Tá hitin í luftini hækkar, gerst virusið minni stabilt, men tó ikki í størri mun.

- Virusið smittar gjøgnum luftina – við at tosa, hosta ella bert við andadráttinum – og við lógvataki og kropsligum sambandi við flatur, sum nýliga hava fingið smittuna á seg. Tí er ikki vist, at virusið hvørvur av sær sjálvum, sjálvt ikki í summarhitanum, sigur Risvanov.

Russiski granskarin vísir á, at summarhitin fær fólk til at fara meira út, og harvið er eisini hava meira kropsliga kontakt og harvið økist smittuvandin.

Virusbitlar eru vanliga ikki glaðir fyri høgan hita, og av tí at virus hevur ilt við at yvirliva uttan fyri mannakroppin, tá tað gerst heitari, støðga virusfarsóttir vanliga í summarhita, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder