Mentan

Summarkonsert við Gøtu Kirkju Ungdómskóri

2. juli verður árliga summarkonsertin hjá Gøtu Kirkju Ungdómskóri í Gøtu Kirkju

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-06-26 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnukvøldið 2. juli hevur Gøtu Kirkju Ungdómskór sína árligu summarkonsert í Gøtu kirkju.

– Skráin í ár er sera fjølbroytt og krevjandi, men vit halda eisini at hon er sera áhugaverd, skrivar kórið.

Seinni í juli mánað, sum fyrsta føroyska kórið, skal Gøtu Kirkju Ungdómskór luttaka í meistarabólkinum á OL fyri kór í Suðurkorea - nevnt WCG 2023 (World Choir Games 2023). Til summarkonsertina fer kórið tí at framføra tað, sum tey taka við sær til Suðurkorea.

Konsertin, sum verður klokkan 19.30, er ókeypis, men høvi verður at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder