Mentan

Summartrøll í SMS

Trøllaskógin er heitið á stóra innandura spælilandinum hjá SMS í summar

2023-06-11 20:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Børn og foreldur kunnu gleða seg til, at tann stóra Trøllaskógin letur upp á Torginum í SMS mánadagin 12. juni, og har er opið heilt til leygardagin 22. juli. Nú mánadagin, 12. juni, bjóðar SMS okkurt leskiligt á Torginum kl 16.

Alla hesa tíðina spæla tey fittu trøllini millum trøini í síni trøllaskóg og geva ljóð frá sær og flyta seg sum røtt, livandi trøll.

Í Trøllaskógini sleppa børnini at reiggja, skreiða, hoppa og spæla, og tað kostar sjálvandi einki at spæla í skógini.

Trøllini halda til inni í SMS alla summarfrítíðina. Vit vita, at summarveðrið í Føroyum kann vera skiftandi, og tí er gott við einum innandura spælilandi, har børnini altíð fáa spælt í góðum veðri.

Annars er trøllaveiða hvønn fríggjadagin, og hvønn týsdag og hósdag, eftir at skúlafrítíðin er byrjað, er trøllasøga í tí stóra bóka- og leikuhandlinum Rit & Rák í SMS.

Fyriskipararnir hjá SMS gleða seg til at síggja nógv børn og foreldur í Trøllaskógini á Torginum heilt frá nú mánadegnum 12. juni til leygardagin 22. juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder