Innanlands

Summir trupulleikar við valmaskinum í Pennsylvania

Á fleiri valstøðum í mest týdningarmikla "sveiggj-statinum" skulu veljarar fylla atkvøðuseðlar út - sum í gomlum døgum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-11-05 18:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stórur spenningur er í USA, har valstøðin fara at lata aftur seinni í kvøld.

Pennsylvania er, við sínum 19 valmonnum, størsti sonevndi "sveiggj-staturin". Viðmerkjarar meta, at bæði Donald Trump og Kamala Harris veruliga hava tørvá hesum stóra statinum fyti at vinna.

Amerikanskir miðlar skriva, at ymiskir trupulleikar hava verið við fleiri valstøð í Pennsylvania: Tað riggar ikki at "skanna" talgildu atkvøðuseðlarar.

Hyggjuráðini hava verið, at veljarar skulu fylla atkvøðuseðlar út - sum í gomlum døgum.

Donald Trump vann Pennsylvania í 2016, men demokraturin Joe Biden tók hann - sín heimstat - í 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder