Innanlands

Sunda kommuna hevur framskundað smá arbeiði

Nú skúlar og dagstovar ikki hava opið ber væl til at gera arbeiði, ið annars hevði verið framt í summar

Í Skúlanum við Streymin - eingir næmingar, men arbeiði (Mynd: Sunda kommuna)

Í Skúlanum við Streymin - eingir næmingar, men arbeiði (Mynd: Sunda kommuna)

2020-04-01 13:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skúlar og dagstovnar eru stongdir um alt landið - dagstovnatilboð eru í løtini bert ætlað teimum, ið veruliga hava tørv á tí.

Í Sunda kommunu hevur tó nógv virksemi verið - serliga í ovaru lonini í Skúlanum við Streymin.

Íkomna støðan hevur gjørt, at Sunda kommuna hevur fingið sett fleiri arbeiði í gongd, sum annars høvdu verið framd í summar.

Nakrir veggir eru gjørdir í miðhøllini, og onkur veggur verður tikin niður. Eftir ætlan verður alt liðugt, tá næmingarnir eftir ætlan koma aftur í skúla eftir páskir, boðar kommunan frá.

Nøkur spælipláss á dagstovnunum eru umvæld og útbygd seinastu tíðina, skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder