2023-04-15 19:52
Sunnudagin 16. apríl skipa sunnudagsskúlarnir í Vági fyri felagstiltaki.
Tað hevur í eina tíð verið samskift um møguleikan fyri at vísa á týdningin av sunnudagsskúlaarbeiðinum og eisini samstarvið millum sunnudagsskúlarnar, og nú sunnudagin verður hetta tiltakið á skrá í Vági.
Tiltakið byrjar kl. 13.00 við Frelsunarherin í Vági og heldur so fram gjøgnum bygdina, til Bethel, Meinigheitshúsið og enda verður í parkini við sandin.
Á skránni hendan dagin er felagssangur, søgur, bíbliusøga, spøl og okkurt søtt.
Fyriskiparnir vóna at síggja nógv børn, ung, vaksin og gomul. Alt er ókeypis.
Sunnudagsskúlarnir í Vági
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald