Uttanlands

Suu Kyi aftur í rættin 14. februar

Frákoyrdi leiðarin í Myanmar er skuldsett fyri at hava ávirkað valúrslitið í 2020 fyri at vinna enn eitt valskeið – Hon hevur longu fingið seks ára fongsulsrevsing fyri onnur lógarbrot

Aung San Suu Kyi (Mynd: EPA)

Aung San Suu Kyi (Mynd: EPA)

2022-01-31 15:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frákoyrdi leiðarin í Myanmar, Aung San Suu Kyi skal fyri rættin fyri valsvik um tvær vikur, mánadagin 14. februar.

Tað sigur ein kelda við tíðindastovuna Reuters.

Aung San Suu Kyi er skuldsett fyri at hava ávirkað valúrslitið í 2020 fyri at vinna enn eitt valskeið.

Hon hevur verið ákærd fyri eina røð av lógarbrotum, og hevur hon higartil fingið tilsamans seks ára fongsulsrevsing.

Aung San Suu Kyi hevur tó víst aftur, at hon hevur framt valsvik.

Tað vóru skuldsetingarnar um valsvik, sum vóru orsøkin til, at herurin tók valdið í Myanmar 1. februar í fjør. Á valinum á heysti í 2020 vann flokkurin hjá Aung San Suu Kyi, National League for Democracy (NLD) stórt, meðan hernaðarflokkurin, USDP, bert fekk nøkur fá prosent av atkvøðunum. Bæði altjóða eygleiðarar og valnevndin í Myanmar hava tó víst aftur, at talan skuldi vera um valsvik.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder