Innanlands

Svenski landsliðsvenjarin fer at koyra svenskt í Føroyum

FSF og P/F Wenzel gjørt samstarvsavtalu. Håkan Ericson fer at koyra í svenskum bili, tá hann er á vitjan í Føroyum

Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, og stjórin í P/F Wenzel, Rúni Djurhuus (Mynd: FSF)

Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, og stjórin í P/F Wenzel, Rúni Djurhuus (Mynd: FSF)

2020-05-16 18:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fríggjadagin undirskrivaðu FSF og P/F Wenzel undir samstarvsavtalu, ið er galdandi næstu trý árini. Avtalan inniber millum annað, at landsliðsvenjarin, Håkan Ericson fer at koyra í svenskum bili, tá hann er á vitjan í Føroyum

Tá Fótbóltssamband Føroya í desember í fjør setti svian, Håkan Ericson í starv sum føroyskur landsliðsvenjari hjá monnum, varð samstundis boðað frá, at venjarin fór at verða í Føroyum og til føroyskar dystir so nógv sum tilber. Á hendan hátt vildi Håkan Ericson fáa eitt breitt innlit í føroyskan fótbólt.

Og fyri at gera umstøðurnar hjá landsliðsvenjaranum so góðar sum tilber, fær sviin nú ein svenskan bil at koyra í, tá hann vitjar í Føroyum. Fótbóltssamband Føroya hevur nevniliga gjørt samstarvsavtalu við P/F Wenzel. Avtalan inniber millum annað, at landsliðsvenjarin, fótbóltsmennararnir og onnur hjá FSF, næstu trý árini fara at koyra í Volvo og Ford.

- Við avtaluni, sum vit hava gjørt við P/F Wenzel, tryggja vit venjarum okkara bestu møguleikar at ferðast kring landið, har teir saman við feløgunum menna fótbóltin, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder