Innanlands

Svenski Nato-limaskapurin nærkast

Erdogan forseti mælir nú tjóðartinginum til at góðtaka svensku umsóknina

Recep Tayyip Erdogan, Jens Stoltenberg og Ulf Kristersson á Nato-toppfundi í Vilnius í summar (Mynd: EPA)

Recep Tayyip Erdogan, Jens Stoltenberg og Ulf Kristersson á Nato-toppfundi í Vilnius í summar (Mynd: EPA)

2023-10-23 18:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Okkurt bendir á, at svenski Nato-limaskapurin nærkast, nú turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, í dag legði eitt uppskot fyri tjóðartingið um at góðtaka Svøríki sum limur í verjusamgonguni.

Forsetin mælir tinginum til at atkvøða fyri uppskotinum. Enn er tó ógreitt, nær uppskotið kemur til viðgerðar, og verður avgreitt av turkiska tjóðartinginum.

Norski aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg, hevur góðar vónir um skjótt at kunna bjóða Svøríki vælkomið í vejusamgonguna, sigur hann við NRK.

Eisini svenski forsætisráðharrin fegnast.

- Gleðilig tíðindi, at forseti Turkalands, Erdogan, nú hevur latið turkiska tinginum góðkenningaruppskotið. Vit síggja fram til at gerast limur í Nato, skrivar Ulf Kristerson á X.

Í mai í ár atkvøddi ein søguligur meiriluti í svenska ríkisdegnum, tríggir fjórðingar, fyri at søkja um limaskap í Nato.

Øll 31 Nato-londini skulu vera samd áðrenn eitt nýtt limaland kann góðtakast. Enn vantar Svøríki at fáa góðkenning úr Turkalandi og Ungarn.

Forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orban, hevur fyrr sagt, at fyri Ungarn hevur tað ikki skund at góðkenna Svøríki. Samstundis hevur hann eisini sagt, at Ungarn ongar ætlanir hevur um at gerast tað seinasta landið, sum góðkennir svenska limaskapin, skrivar NRK. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder