Innanlands

Sviar kunnu ferðast suðureftir, men ikki til grannalondini

Loyvir nú borgarum at ferðast til tey lond, sum hava latið upp fyri Svøríki

Ann Linde, svensk uttanríkisráðkvinna

Ann Linde, svensk uttanríkisráðkvinna

2020-06-18 08:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Borgarar í Svøríki sleppa nú suðureftir at halda summarfrí. Frá 30. juni at rokna kunnu sviar ferðast til Grikkalands, Kroatia, Spania, Italia, Portugal, Slovenia, Fraklands, Íslands, Belgia, Sveits og Luksemburg.

Tað kunngjørdi svenska stjórnin á tíðindafundi í Stockholm í gjár.

Men grannalondini Noreg, Danmark og Finnland eru ikki við á listanum.

- Vit mæla okkara borgarum frá at ferðast til okkara grannalond. Hetta er eisini galdandi fyri tey, sum búgva nærhendis landamørkunum, segði svenska uttanríkisráðkvinna, Ann Linde.

Felags fyri tey tíggju londini á listanum er, at hesi ikki hava sýtt svium at vitja teirra lond.

- Orsøkin at taka ferðabannið til hesi lond aftur er, at hesi hava tikið avgerð um at lata upp fyri ferðandi úr Svøríki og hinum ES-londunum, segði uttanríkisráðkvinnan.

Hon nevndi eisini sóttarhaldskravið sum orsøk til, at Svøríki ikki letur upp fyri ferðandi til Danmarkar.

Danmark er ikki sinnað at taka ímóti svium. Undantak er tó fyri svenskar borgarar, sum hava sítt fasta arbeiðið donsku megin Oyrasund, skrivar dr.dk.

Stefan Löfven, svenskur forsætisráðharri, sigur í blaðsamrøðu, at hann heldur tað vera ”løgið”, at Danmark hevur latið aftur fyri svium, hóast Keypmannahavn hevur ein hægri smittuvanda enn Skáni.

Svøríki er tað Norðurlandið, ið hevur verið harðast rakt av korona. Yvir 5.000 fólk eru dey við virusinum og næstan 55.000 hava verið smittað, upplýsir svt.se. Framvegis verða yvir 100 nýggir smittutilburðir skrásettir um dagin.

Svøríki valdi eina øðrvísi strategi í stríðnum móti koronavirus enn flest onnur lond. Eitt nú vórðu skúar og matstovur í landinum ongantíð biðin um at lata aftur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder