Uttanlands

Svøríki er nú NATO-land

Limaland nummar 32 hjá hernaðarsamgonguni varð alment innlimað í Washington, D.C. seinnapartin

Ulf Kristersson, forsætisráðharri, hevur bíðað eftir góðkenningin úr Ungarn - nú er alt uppá pláss (Mynd: EPA)

Ulf Kristersson, forsætisráðharri, hevur bíðað eftir góðkenningin úr Ungarn - nú er alt uppá pláss (Mynd: EPA)

2024-03-07 18:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tey neyðugu pappírini og røttu undirskriftirnar - eisini úr Ungarn - vóru komin uppá pláss, og so kundu amerikanski uttanríkisráðharrin Antony Blinken og forsætisráðharrin Ulf Kristersson taka í hondina á hvørjum øðrum.

Tey nú 32 NATO-londini eru bundin til at verja hvørt annað. Um okkurt av londunum í vesturlendsku hernaðarsamgonguni verður lopið á, so er tað eitt álop á øll.

Svøríki hevur nú hesa verjuna, sigur Jens Stoltenberg, aðalskrivari, ið vísir á artikkul fimm í stóra NATO-sáttmálanum.

Bæði Svøríki og Finnland søktu um limaskap í NATO eftir russisku innrásina í Ukraina fyri tveimum árum síðani. Finnland fekk limaskap í fjør, meðan tað tók longri hjá Svøríki av tí at bæði Turkaland og Ungarn settu seg ímóti.

Les meira: Svøríki verður væntandi NATO-limur í morgin

Seinasta undirskriftin úr Ungarn kom uppá pláss í gjár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder