Uttanlands

Svøríki: Kann gerast neyðugt við fleiri tiltøkum

Tað kann skjótt gerast neyðugt við nýggjum koronutiltøkum í Svøríki, um smittutalið heldur á at vaksa, siga heilsumyndugleikarnir í Svøríki

Karin Tegmark Wisell, stjóri hjá Folkhälsomyndigheten (Mynd: Ritzau)

Karin Tegmark Wisell, stjóri hjá Folkhälsomyndigheten (Mynd: Ritzau)

2021-12-02 16:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Svøríki kann tað skjótt gerast neyðugt við nýggjum koronutiltøkum. Tað upplýstu svensku myndugleikarnir á tíðindafundi fyrrapartin.

M.a. kann vera neyðugt við almennum tilmælum um at brúka munnbind, har tað ikki verður neyðugt at halda frástøðu og at arbeiða heimanifrá, har tað er møguligt.

Orsøkin er vaksandi smittutalið, men nýggja Omikron-frábrigdið ger tað eisini neyðugt at vera eyka varin, verður sagt.

Heldur smittutalið fram at vaksa, soleiðis sum tað ger í løtuni, kann tað vera neyðugt við tiltøkum longu í næstu viku, sigur Karin Tegmark Wisell, stjóri hjá Folkhälsomyndigheten sambært Ritzau.

Hon leggur afturat, at støðan ikki er hættislig, men í støðum er hon nóg álvarsom til, at tað kann gerast neyðugt við nýggjum tiltøkum. Í miðal hevur Svøríki skrásett um 1,800 smittutilburðir um dagin seianstu vikuna.

Les eisini: Svøríki: Tilmæli til ferðandi verða herd

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder