Uttanlands

Svøríki og Finnland eru nú komin nærri Nato-limaskapi

Tilgongdin at innlima Svøríki og Finnland í verjusamgonguna Nato er nú byrjað, men enn er langt eftir á leiðini til fullan limaskap

Nato-tíðindafundur í Brússel. Frá vinstru: Pekka Haavisto, uttanríkismálaráðharri í Finnlandi, Jens Stoltenberg, aðalskrivari hjá Nato, og Ann Linde, uttanríkismálaráðharri í Svøríki (Mynd: EPA)

Nato-tíðindafundur í Brússel. Frá vinstru: Pekka Haavisto, uttanríkismálaráðharri í Finnlandi, Jens Stoltenberg, aðalskrivari hjá Nato, og Ann Linde, uttanríkismálaráðharri í Svøríki (Mynd: EPA)

2022-07-05 14:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tilgongdin at innlima Svøríki og Finnland í verjusamgonguna Nato er nú byrjað, upplýsir Jens Stoltenberg, aðalskrivari hjá Nato í dag eftir at hava verið á fundi í Brússel.

Øll 30 Nato-londini hava, sambært fleiri diplomatum, undirskrivað protokollina um innliman.

– Hetta er ein góður dagur fyri Finnland og Svøríki. Við 32 londum kring borðið, fara vit at verða uppaftur sterkari, og íbúgvar okkara fara at verða enn tryggari undir størstu trygdarkreppuni í áratíggju, sigur Stoltenberg.

Enn er tó langt eftir á leiðini til fullan limaskap. Limaskapurin skal eisini góðkennast í teimum einstøku londunum, og tann tilgongdin fer at taka fleiri mánaðir. Júst hvussu leingi hetta fer at taka, veldst um, hvussu stýrisskipanin er í einstøku londunum.

Møguliga innlimanin hjá Svøríki og Finnlandi er søgulig, tí londini hava verið neutral síðan seinna heimsbardaga. Í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina hava tey bæði norðurlendsku londini tó valt at søkja um limaskap.

Men tað vóru ikki øll Nato-lond, sum vóru so fegin um møguliga limaskapin hjá Svøríki og Finnlandi. Turkaland hevur áður verið ímóti hesum, og hevur m.a. lagt londini undir at stuðla yvirgangi. Tí er framvegis ógreitt, hvat Turkaland fer at gera, hóast landið á Nato-toppfundinum boðaði frá, at tað ikki longur fór at vera ímóti limaskapinum hjá Svøríki og Finnlandi.

Danski sendiharrin í Washington D.C. hevur latið amerikanska uttanríkismálaráðnum tey formligu skjølini, sum vátta, at Danmark ynskir, at Svøríki og Finnland gerast partur av Nato, og harvið er Danmark vorðið eitt av fyrstu londunum at góðkenna Nato-limaskapin hjá hesum báðum norðurlondunum, skrivar danska uttanríkismálaráðið seinnapartin. Sambært Ritzau væntast, at hini norðurlondini í Nato eru skjót at fáa góðkenningina avgreidda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder