
Herfyri boðaði svenski sosialdemokratiski stjórnarflokkurin og finski forsetin frá, at londini ætlaðu at søkja um Nato-limaskap. Hetta er tó nakað, sum skal góðkennast í tjóðartingunum fyrst.
Fyri at Finnland og Svøríki skulu sleppa uppí Nato krevst m.a. eisini, at øll 30 núverandi limalondini taka undir við hesum, og turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan segði fríggjadagin, at hann hevði nakrar treytir, um hann skuldi stuðla teirra Nato-limaskapi.
Turkiski uttanríkismálaráðharrin, Mevlut Cavusoglu hevur sagt, sambært turkiskum miðlum, at londini skulu steðga við at stuðla yvirgangsbólkum í teirra heimlandi, og Svøríki skal strika bannið ímóti at útflyta vápn til Turkalands.
Nakað tað sama segði Erdogan forseti, sum segði, at Finnland og Svøríki eru heim fyri nógvum yvirgangsfelagsskapum, m.a. kurdisku loysingarrørsluni PKK.
Jens Stoltenberg, aðalskrivari hjá Nato heldur tó ikki, at Turkaland fer at niðurleggja veto ímóti limaskapinum hjá Svøríki og Finnlandi.
Boðaði sjálvur Putin frá
Finski forsetin, Sauli Niinistö sigur, at hann leygardagin ringdi til russiska starvsbróðir sín í Moskva fyri at boða frá, at ætlanin var at gerast limur í Nato.
Samrøðan var einføld, sigur hann sambært Ritzau.
Vladimir Putin svaraði, sambært russiskum tíðindastovum, at tað hevði verið eitt mistak hjá Finnlandi at uppgeva neutralitetin og gerast partur av Nato.
Russiski forsetin legði eisini afturat, at hetta fór at hava neiliga ávirkan á sambandið millum Russland og Finnland, og at eingin hóttan var móti finsku trygdini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald